Cover mynd - Tænastur

Lærupláss

Roknskaparnæmingur til GrannskoðaraStovuna í Runavík Spf

Kundi tú hugsa tær eina roknskaparliga yrkisleið?  Sum næmingur á GrannskoðaraStovuni fær tú eina fjølbroytta og spennandi útbúgving. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur fleiri enn 30 ára roynir innan grannskoðan og fíggjarliga ráðgeving. Talan er um eina skrivstovuútbúgving við roknskapi sum sergrein.

Tín vangamynd

Vit vænta at tú hevur áhuga fyri bókhaldi og roknskapi. Sum persónur vænta vit, at tú ert arbeiðssom/samur, røkin og hevur eyga fyri smálutum. Umráðandi er at tú hevur góð samstarvsevnir, ert opin og álítandi.

Viðkomandi miðnámsútbúgving ella samsvarandi útbúgvning er eitt krav.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt lærupláss við bæði fakligum og persónligum avbjóðingum. Í lærutíðini verður tú partur av øllum dagligu uppgávunum innan grannskoðarayrkið á skrivstovuni.  Tú fært upplæring innan bókhald og roknskaparuppseting frá grundini.

Lærutíðin er 2 ár og skúlagongdin er í Danmark.

Løn og setanartreytir annars eru eftir avtalu.

Umsóknir

Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast á teldupost: gs@gs.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. november 2019.

Fleiri upplýsingar um læruplássið fáast við at venda sær til Bjørt í Grógv á tlf 59 16 11 ella á bg@gs.fo.

Um Grannskoðarastovuna

Á GrannskoðaraStovuni starvast í dag níggju fólk, tveir bókhaldarar og sjey grannskoðarar, harav tríggir eru skásettir.