Ráðgeving

Ynskir tú eina effektiva fíggjarstýring og greiðar rakstrarætlanir, so kann okkara ráðgeving gera mun í tí samlaða úrslitinum. Vit tilrættaleggja eittnú rakstrar- og gjaldførisætlanir fyri smærri og størri fyritøkur, fyri at gerandisdagurin kann gerast lættari. Skal fyritøkan undir broytingar, tá kunnu vit vera við til, at hetta verður gjørt rættstundis og so bíligt sum gjørligt í tráð við galdandi reglur og lóggávu. Eisini tryggja vit, at ætlanirnar verða eftirmettar og dagførdar við jøvnum millumbilum.

Vit veita millum annað ráðgeving innan hesi øki:

  • Íverksetan av virki
  • Fíggjarlig ráðgeving
  • Onnur búskaparlig ráðgeving
  • Skattaráðgeving
  • Ráðgeving um roknskaparviðurskifti
  • Ættarliðsskifti
  • Felagsviðurskifti og umskipan
  • Ráðgeving í sambandi við keyp og sølu av vinnuvirki

Vit vegleiða sjálvandi eisini í sambandi við aðrar roknskapar- og ráðgevingaruppgávur á økinum, herundir eisini samskifti við almennar myndugleikar.