Roknskaparhjálp og bókføring

Vit átaka okkum bókføring og roknskaparuppseting. Somuleiðis átaka vit okkum at gera mannagongdir sum tryggja, at bókhaldið verður dagført við jøvnum millumbilum, og at lógir og reglugerðir verða hildnar. Manglar tær bókhaldara eitt tíðarskeið, kann GrannskoðaraStovan taka sær av tí. Umframt bókingar, so kunnu vit gera lønarflytingar og rakstrarflytingar fyri smærri fyritøkur. So eru tær klárar í tínum netbanka, og tað einasta tú skalt gera, er at góðkenna tær. Tað er lætt at taka bókhaldið aftur, um annar bókhaldari er komin.

Vit veita roknskaparhjálp og bókføring fyri millum onnur:

  • Einstaklingavirki og íognarfeløg
  • Smápartafeløg
  • Partafeløg
  • Grunnar
  • Almennar stovnar
  • Trotabúgv og feløg í gjaldssteðg 
  • Áhugafeløg
  • Fagfeløg

Vit hjálpa sjálvandi eisini til við øðrum roknskapar- og ráðgevingaruppgávum á økinum, herundir eisini samskifti við almennar myndugleikar.