XBRL

Øll partafeløg og smápartafeløg eru álagt at senda inn bæði ársfrásøgn og skattaroknskap í XBRL-sniði. Vit hava í ERFA-samstarvinum saman við Formula ment eina telduskipan, at framleiða talgildar roknskapir sum XBRL-fílur við.

Feløg, ið hava frávalt grannskoðan, skulu eisini lata inn ársfrásøgn og skattaroknskap í XBRL-sniði. Vit kunnu sjálvandi eisini hjálpa hesum feløgum.

Eisini hava vit í ERFA-samstarvinum, saman við Formula, ment ein portal - innlating.fo - at senda inn XBRL við.

Innlating.fo avgreiðir ársfrásøgnina og skattaroknskapin bæði sum PDF-fílu og XBRL-fílu til TAKS og Skráseting Føroya. Roknskapartølini og skattatølini verða tastað inn á innlating.fo, sum so umskipar roknskapirnar til PDF-fílur og XBRL-fílur.

Fílurnar kunnu lættliga takast niður og eru klárar at sendast inn umvegis Vinnugluggan.

Einfalt, einki roks, alt verður avgreitt á einum staði eftir galdandi lógarkrøvum.